Koppseting móti meslingum – betri nú enn ongantíð!

Publiceret 28-08-2018

Talið av persónum, ið gerast sjúk av meslingum økist nú í fleiri Evropeiskum londum.

41.000 tilburðir av meslingum eru skrásettir einans í Evropa fyrra hálvár í ár. Tað er ein øking uppá 17.000 samanborið við alt 2017. Serliga er tað í Rumenia, Grikkalandi, Frankaríki, Italia, Ukraina og Russlandi at nógvir tilburðir hava verið.

Besta verjan móti meslingum er koppseting við MFR-koppingarevni. Vanliga verður tað gjørt í sambandi við barnakoppingarskránna, tá børnini eru 15 mðr. og 4 ár.

MFR-koppingarevnið varð tikið í nýtslu í Føroyum í 1987. Tað merkir, at persónar, ið eru føddir eftir 1974 og sum ikki eru koppsettir ella hava havt meslingar, kunnu fáa meslingar.

Tá ferðast verður til lond, har meslingar framvegis ganga, er ein í vanda fyri at fáa sjúkuna, um ein ikki er koppsettur ella hevur havt meslingar. Tað sama er galdandi, um ein ferðast í Evropa. Tá persónur, ið hevur verið og ferðast kemur heimaftur við meslingum, er vandi fyri at viðkomandi smittar onnur, ið ikki eru mótstøðufør.

Landslæknin mælir til at øll, ið fara at ferðast útum Føroyar og Danmark lata seg koppseta við MFR-koppingarevninum.