Landslæknaembætið verður røkt av Lars Fodgaard Møller, landslækna. Umframt landslæknan eru at stovninum knýttur ein lækni í introstarvi, tveir biomedisinarar (cand.scient.med.), trý skrivstovufólk og konsulentar, ið taka sær av einum parti av teimum rættarlæknaligu uppgávunum, tá landslæknin er burturstaddur.
Landslæknin ráðgevur danska statinum, Føroya Landsstýri og kommununalum myndugleikum í læknaligum, heilsufrøðiligum, umhvørvisligum og sosialmedisinskum viðurskiftum.
Landslæknin hevur vegna danska Heilsustýrið eftirlit við tí heilsufakliga virksemi, ið lóggild heilsustarvsfólk (læknar, sjúkrasystrar, fysioterapeutar o.o.) útinna í Føroyum.
Landslæknin veitir stuðul til rættar- og løgreglumyndugleikar í rættarlæknaligum og líknandi málum og til Akstovuna viðv. heilsustøðu og koyrikort. Harumframt ger landslæknin árliga heilsulýsingar.