Heilsa og koyrikort

Í sambandi við nýútvegan ella endurnýggjan av koyrikorti leggur Akstovan málið fyri Landslæknan, um læknaváttanin vísir á, at okkur heilsuligt bagir hjá umsøkjaranum.

Tá undantaksloyvi verður givið í sambandi við nýtslu av trygdarbelti og fallhjálmi liggja heilsuligir upplýsingar til grund fyri avgerðini.

Landslæknin ráðgevur borgarum, kommunulæknum, løgregluni og øðrum mynduleikum í læknafrøðiligum spurningum í sambandi við koyrikort.