Medisinskt kannabis

Medisinskt kannabis er ikki góðkent sum heilivágur í nøkrum landi, men síðani apríl 2019 hevur verið loyvt at nýta medisinskt kannabis í Føroyum í eini royndarskipan.

Í royndarskipanini verða ikki somu krøv um góðsku, trygd og virknað sett, og tí er kunnleikin um møguligan váða meira avmarkaður, enn tá talan er um góðkendan heilivág.