Eftirmetingar frá eftirlitsvitjanum

Tað, sum kemur burtur úr einstøku eftirlitsvitjanunum, og tær afturmeldingar, ið bæði Landslæknin og eftirlitsfólkini fáa á leiðini, verður støðugt brúkt í menningini av komandi mátipunktum og av eftirlitunum sum heild. Tær yvirskipaðu royndirnar og eygleiðingarnar verða savnaðar í eftirmetingum. Endamálið er bæði at lýsa og viðmerkja, hvussu mátipunktini verða loyst, og at varpa ljós á øki, har tørvur er á átøkum fyri at tryggja sjúklingatrygdina.

Eftirmetingar frá stovnseftirlitum

Mál okkara er, at bæði teir stovnar, ið hava fingið eftirlitsvitjan og ikki hava fingið, skulu kunna gagnnýta royndirnar frá eftirlitunum til vitan og læru fyri at økja um sjúklingatrygdina. Tí ger Landslæknin eftirmetingar, har greitt verður frá, hvørji trupulleikar eru staðfestir, og hvar tørvur er á ábótum.

Eftirmetingar

Eftirmeting frá eftirliti við ellis- og røktarheimum í Føroyum í tíðarskeiðnum 2022–2025 sæst her:

Eftirmeting frá eftirliti við ellis- og røktarheimum