Tað vísti seg, at skorsteinurin var tiptur orsaka av vantandi viðlíkahaldi og tí var roykurin frá oljufýringini, ið var í kjallaranum farin gjøgnum rivur til aðrar partar av húsinum.
Rættarkemisk kanning av blóði hjá tí deyða vísti, at deyðsorsøkin var kolsúrniseitran og deyðshátturin var tí vanlukka orsaka av vantandi viðlíkahaldi av skorsteininum.
Vanlukkan hendir sera sjáldan, men vísir tó, at tað er umráðandi at sópa skorsteinin regluliga.
Landslæknin veitir stuðul til rættar- og løgreglumynduleikar í rættarlæknaligum málum.