Eftirmetingar frá eftirlitsvitjanum

27-08-2025

Landslæknin hevur havt 22 heilsufaklig eftirlit á 11 ellis- og røktarheimum í Føroyum frá 2022 til 2025. Eftirlitini vórðu framd við støði í somu góðskukrøvum/mátipunktum, sum verða nýtt í Danmark. Tey heilsufakligu eftirlitini byrjaðu við eldraøkinum í Føroyum.

Á fyrstu eftirlitsvitjanunum vóru stórir ella álvarsligir trupulleikar fyri sjúklingatrygdina staðfestir á seks av teimum 11 ellis- og røktarheimunum. Á teimum ellis- og røktarheimunum, sum høvdu stórar ella álvarsligar trupulleikar fyri sjúklingatrygdina, vórðu uppfylgjandi eftirlit framd, og fleiri ellis- og røktarheim máttu fáa fleiri eftirlitsvitjanir, áðrenn viðurskiftini vóru nøktandi.

Ein nýggj eftirmeting vísir, at meginparturin av ellis- og røktarheimunum, har heilsufaklig eftirlit vóru framd, høvdu trupult við at uppfylla krøvini, ið snúðu seg um handfaring og goymslu av heilivági, hóast viðgerðarstovnarnir kendu reglurnar fyri trygga heilivágsnýtslu.

Í 82% av fyrstu eftirlitsvitjanunum vóru manglar í handfaringini av heilivágsgoymsluni og skjalfesting viðvíkjandi heilivágsviðgerð. 91% av ellis- og røktarheimunum høvdu tryggar mannagongdir fyri reinføri. 82% av ellis- og røktarheimunum høvdu manglar í heilsufakligu lýsingini av verandi og hugsandi trupulleikum hjá búfólkunum.

Ætlanin er, at Landslæknin í 2026 fer at fremja fleiri eftirlit við ellis- og røktarheimum, og á øðrum økjum.

Spurningar kunnu setast við at skriva til foe@stps.dk