Nýggjur landslækni

Publiceret 29-09-2017

Frá 1. nov. 2017 er Lars Fodgaard Møller settur í starv sum landslækni. Lars Fodgaard Møller tekur við starvinum eftir Henrik L. Hansen, sum hevur verið landslækni síðani á heysti 2015 tá Landslæknaembætið bleiv lagt undir Styrelsen for Patientsikkerhed.

Lars Fodgaard Møller er útbúgvin serlækni í samfelagsmedisin og hevur eina drúgva yrkisleið innan danska- og altjóða heilsuverkið.

"Vit eru fegin um at hava funnið ein sera væl skikkaðan persón til starvið sum landslækni og vit gleða okkum til góða samstarvið við landstýrið" sigur Anne-Marie Vangsted, stjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed.

Í tíðarskeiðnum 1. oktober til 1. november 2017 er Anette Lykke Petri, skrivstovustjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed, settur landslækni.

Virksemi hjá Landslæknanum

Virksemi hjá Landslæknanum er m.a. at

  • ráðgeva danska statinum, Føroya Landsstýri og kommunalum myndugleikum í læknaligum, heilsufrøðiligum, umhvørvisligum og sosialmedisinskum viðurskiftum.
  • hava eftirlit vegna Styrelsen for Patientsikkerhed við tí heilsufakliga virksemi, ið lóggild heilsustarvsfólk (læknar, sjúkrasystrar, fysioterapeutar o.o.) útinna í Føroyum. Veita stuðul til rættar- og løgreglumyndugleikar í rættarlæknaligum og líknandi málum.
  • útgeva árligar heilsulýsingar umframt uppgávur á heilivágsøkinum.