Sum sjúklingur og avvarðandi hjá sjúklingi hevur tú møguleika fyri at kæra um viðgerð, tú hevur fingið í føroyska heilsuverkinum og kæra um avgerðir, sum heilsuverkið hevur tikið.
- Landslæknin heintar inn viðkomandi journaltilfar vegna Styrelsen for Patientklager.
- Tey heilsustarvsfólk sum eru fevnd av kæruni fáa møguleika at úttala seg.
- Landslæknin sendir alt tilfarið til Styrelsen for Patientklager til støðutakan í málinum
Les meira á heimasíðuni hjá Styrelsen for Patientklager (stpk.dk)
Les meira um kærumøguleikar á hmr.fo