Kærur og mál um endurgjald

Sum sjúklingur og avvarðandi hjá sjúklingi hevur tú møguleika fyri at kæra um viðgerð, tú hevur fingið í føroyska heilsuverkinum og kæra um avgerðir, sum heilsuverkið hevur tikið.

  • Landslæknin heintar inn viðkomandi journaltilfar vegna Styrelsen for Patientklager.
  • Tey heilsustarvsfólk sum eru fevnd av kæruni fáa møguleika at úttala seg.
  • Landslæknin sendir alt tilfarið til Styrelsen for Patientklager til støðutakan í málinum

Les meira á heimasíðuni hjá Styrelsen for Patientklager (stpk.dk)

Les meira um kærumøguleikar á hmr.fo