Hin 23. november fingu vaksin fólk í boði at fáa ókeypis koppseting móti meslingum. Tilboðið er galdandi, um ein ikki longu er vorðin koppsettur ella hevur havt meslingar. Koppsetingin fer fram hjá kommunulækna. Koppingin er ein MFR-vaccina, ið umframt at verja ímóti meslingum eisini verjir í móti fárasjúku og reydlingum. Næstan øll, ið eru fødd áðrenn 1974 hava havt meslingar og eru tí mótstøðufør alt lívið. Tað er ikki neyðugt at kanna, um ein hevur havt meslingar.
Sjálvt um vit í Føroyum hava havt eina MFR-koppingarskrá í meira enn 30 ár og meslingar nú eru mest sum útruddaðir, er tað ein lítil bólkur – serliga tey yngru og upp til 45 ára aldur, sum ikki eru blivin koppsett sum børn og sum heldur ikki hava havt meslingar, av tí at meslingar at kalla ikki hava gingið í teirra livitíð.
Tá ferðast verður til lond, har meslingar ganga og har talið av tilburðum økist, er ein í vanda fyri at fá meslingar, um ein ikki er koppsettur ella ikki hevur havt meslingar. Hetta er esini galdandi, tá ferðast verður í Evropa. Tá fólk koma heimaftur og eru vorðin smittað við meslingum, kunnu tey smitta tey, ið ikki eru mótstøðufør.
Tí mælir landslæknin til at lata seg koppseta móti meslingum, bæði fólk ið eru heima og um farið verður uttanlands.