Apukoppar

Síðani mai 2022 hava smittutilburðir av apukoppum verið í Evropa. Sjúkutekin uppá apukoppar eru smáar bløðrur, sum kunnu minna um skáldkoppar. Sjúkan byrjar ofta við sjúkuteknum, sum sjálvta, høvuðpínu, vøddapínu og møði.

Í flestu førum er sjúkan mild og hæsar av av sær sjálvari eftir 2-4 vikum. Sjúkan kann tó hava pínu við sær. Serliga, tá ein hevur útbrot í - og rundan um endatarmin. Ein kann eisini fáa arr, tá bløðrurnar lekjast.

Hvussu smitta apukoppar?

Øll kunnu blíva smittað við apukoppum. Í løtuni eru tó nógv teir flestu tilburðirnir millum menn, ið kynsliga eru saman við monnum. Sjúkan smittar bert, meðan ein hevur sjúkutekin. Sjúkan smittar mest gjøgnum beinleiðis kontakt við tær smáu bløðrurnar á húðini. Tó kann ein bløðra verða nógmikið til at smitta onnur. Smitta millum fólk hendir sjáldan við vanligari sosialari samveru, men serliga við tættari kropsligari samveru, t.d. kynsliga, ella um ein svevur í somu song.

Illgruni um smittu

Hevur tú illgruna um smittu, er umráðandi at halda seg frá kynsligari- og tættari kropsligari samveru. Set teg í samband við tín lækna skjótast tilber. Er tú testað/ur positiv/ur, skalt tú fara í sóttarhald.   

Fráboðanarskylda

Læknar hava skyldu at fráboða tilburðir umvegis telefon til Landslæknan, sum ger smittuuppsporing.

Koppseting

Um tú hoyrir til vandabólkin og ynskir at verða koppsett/ur, skal tú venda tær til kommunulæknan, sum ávísir tær til koppseting. Tættar kontaktir hjá tí smittaða kunnu eisini verða koppsett. Koppseting fer fram á Landssjúkrahúsinum.