Um okkum
Landslæknaembætið er stovnur undir heilsumálaráðnum hjá danska statinum, fakliga knýttur at Styrelsen for Patientsikkerhed.
Landslæknaembætið verður røkt av Lars Fodgaard Møller. Umframt landslæknan eru at stovninum knýttir 2 konsulentar, ið taka sær av einum parti av teimum rættarlæknaligu uppgávunum og 2 parttíðarsett skrivstovufólk:
Liljan Midjord
lmi@stps.dk
Lona Johansen
lpj@stps.dk
Landslæknin ráðgevur danska statinum, Føroya Landsstýri og kommununalum myndugleikum í læknaligum, heilsufrøðiligum, umhvørvisligum og sosialmedisinskum viðurskiftum.
Landslæknin hevur vegna danska Heilsustýrið eftirlit við tí heilsufakliga virksemi, ið lóggild heilsustarvsfólk (læknar, sjúkrasystrar, fysioterapeutar o.o.) útinna í Føroyum. Landslæknin veitir stuðul til rættar- og løgreglumyndugleikar í rættarlæknaligum og líknandi málum. Harumframt ger landslæknin árliga heilsulýsingar, sum einamest eru grundaðar á hagfrøðiligar fráboðanir til Landslæknaembætið.
Meira kunning fæst við at trýsta á eitt av leinkinum til vinstru ella við at lesa okkara Heilsulýsingar. Hesar eru at finna við at trýsta á leinki "útgávur".