Talið av klamydia tilburðum í Føroyum økist

Del sidens indhold med andre

mikudagur, 23. januar 2019

Kort fortalt

Í Heilsulýsing Landslæknans 2017 sæst, at talið av positivum klamydiaroyndum er økt.

Í Heilsulýsing Landslæknans 2017 sæst, at talið av positivum klamydiaroyndum er økt. Í 2017 vórðu 1651 royndir tiknar og av hesum vóru 261 (15,8%) positivar. Tað er hægta tal av tilburðum nakrantíð fyri eitt ár. Til samanberingar vóru í 2016 tiknar 1354 royndir og av hesum vóru 156 (11,5%) positivar.

Hendan týðiliga øking av klamydia tilburðum er ørkymlandi, við tað at tað eisini bendir á eitt óvart kynslív millum fólk. Av somu orsøk eru hesi eisini í vanda fyri at fáa aðrar kynssjúkur.

Hjá persónum, ið eru positivir er umráðandi, at upplýst verður um viðkomandi partnarar og at royndir verða tiknar av hesum innanfyri næstu 6 mánaðirnar. Klamydia kan elva til bruna í undirlívi, sum í ringasta føri kann elva til barnloysi.

Umráðandi er við fyribyrgjandi upplýsing um vart kynslív, serliga millum yngri menn og kvinnur, til tess at minka at talið av smittaðum persónum.

Í 2017 var eingin tilburður av syfilis ella HIV staðfestur og bert tveir tilburðir av gonorré.