Skrubb – framvegis ein avbjóðing

Del sidens indhold med andre

24.02.2020

Seinastu 2 árini hava verið nógvir tilburðir av skrubb, bæði í Føroyum og í Danmark, og fleiri hava haft trupult við at sleppa av aftur við skrubb hóast fleiri viðgerðir.

Mong uppliva, at tað er trupult at sleppa av við skrubb. Ofta er neyðugt, at øll, sum tann smittaði persónurin hevur verið í tøttum sambandi við eisini verða viðgjørd. Samstundis er neyðugt at gera væl og virðiliga reint heima við hús.

Í løtuni hevur Sundhedsstyrelsen dagført hesar vegleiðingar:

Í "Månedsbladet for Rationel Farmakoterapi", februar 2019, er ein grein, har greitt verður frá um viðgerð og fyribyrging fyri skrubb.

Vanligt er, at skriðin heldur fram í upp til 6 vikur. Um útbrotið og skriðin ikki er vorðin fragari eina viku eftir viðgerð við permethrin 5 % krem (Nix®) – og kremið er brúkt sum tað eigur, – eigur at onnur viðgerð at verða umhugsað.

Heilivágstilskot við sertreytum fæst til Nix til:

  • Persónar, ið eru smittaðir við skrubb,
  • Húsfólk hjá smittaðum persónum,
  • Aðrar persónar, ið hava verið í sambandi við smittaða persónin og
  • Hjá persónum, ið lúka sertreytirnar, skal læknin átekna "tilskot" á reseptina.

Í Føroyum finst ikki annar marknaðarførdur heilivágur fyri skrubb enn permethrin, men Apotekið kann framleiða svávulvasilin til endamálið. Harafturat er heilivágur sum krem Benzylbenzoate + disulfiram (Tenutex®) og tablettir Ivermectin 3 mg (Stromectol® og Scabioral®, men til hendan heilivág má læknin, ið viðgerð sjúklingin søkja um útflýggingarloyvi frá Landslæknanum.

Sum byrjan verður skrubb viðgjørt við krem og sjampo, men um tað ikki hjálpir er Tenutex ella tablettirnar Stromectol og Scabioral næsta stig. Tað er hesin heiluvágur, ið ikki er marknaðarførdur í Føroyum, men sum læknin kann fáa útflýggingarloyvi til.

Svávulvaselin er ein apoteksframleiddur tilbúningur, som kann útskrivast annaðhvørt umvegis telefon ella telefax til apotekið ella við at sjúklingurin fær eina resept í hondina at hava við á apotekið. Styrkin á svávulvasilini kann skifta – alt eftir, hvar tað verður framleitt. Í Føroyum verður framleitt svávulvasilin 6%, meðan man í Danmark apoteksframleiðir svávulvasilin 5% og 10%. Sambært húðlæknunum, ið eru tilknýttir Landsjúkrahúsið, verður svávulvasilin 6% valt framum, men hitt kann eisni nýtast.

Á Dermatologisku deild á Landssjúkrahúsinum brúka tey eina leiðbeining fra Sjællands Universitetshospital í Roskilde, tá viðgjørt verður við svávulvasilin.