Nýggjur landslækni
29.09.2017
Frá 1. nov. 2017 er Lars Fodgaard Møller settur í starv sum landslækni. Lars Fodgaard Møller tekur við starvinum eftir Henrik L. Hansen, sum hevur verið landslækni síðani á heysti 2015 tá Landslæknaembætið bleiv lagt undir Styrelsen for Patientsikkerhed.
Lars Fodgaard Møller er útbúgvin serlækni í samfelagsmedisin og hevur eina drúgva yrkisleið innan danska- og altjóða heilsuverkið.
"Vit eru fegin um at hava funnið ein sera væl skikkaðan persón til starvið sum landslækni og vit gleða okkum til góða samstarvið við landstýrið" sigur Anne-Marie Vangsted, stjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed.
Í tíðarskeiðnum 1. oktober til 1. november 2017 er Anette Lykke Petri, skrivstovustjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed, settur landslækni.
Virksemi hjá Landslæknanum
Virksemi hjá Landslæknanum er m.a. at
- ráðgeva danska statinum, Føroya Landsstýri og kommunalum myndugleikum í læknaligum, heilsufrøðiligum, umhvørvisligum og sosialmedisinskum viðurskiftum.
- hava eftirlit vegna Styrelsen for Patientsikkerhed við tí heilsufakliga virksemi, ið lóggild heilsustarvsfólk (læknar, sjúkrasystrar, fysioterapeutar o.o.) útinna í Føroyum. Veita stuðul til rættar- og løgreglumyndugleikar í rættarlæknaligum og líknandi málum.
- útgeva árligar heilsulýsingar umframt uppgávur á heilivágsøkinum.