Kosmetisk viðgerðarstøð

Del sidens indhold med andre

Kosmetisk viðgerðarstøð í Føroyum skulu nú skráseta seg fyri at veita kosmetiska viðgerð

Samb. kunngerð fyri Føroyar um kosmetiska viðgerð “Bekendtgørelse nr. 8 af 7. januar 2020 for Færøerne om kosmetisk behandling, som ændret med bekendtgørelse nr. 1106 fra 29. juni 2020”, skulu kosmetisk viðgerðarstøð skráseta seg fyri at veita kosmetiska viðgerð.

Freistin at skráseta seg er mánadagin 19. oktober 2020.

Umsóknarblaðið kann takast niður her og skal útfyllast og sendast Landslæknanum saman við viðkomandi skjalprógvum á foe@stps.dk