Barnakonur kunnu nú fáa ókeypis koppseting ímóti kikhosta

Del sidens indhold med andre

hósdagur, 7. november 2019

Landstýrið hevur eftir tilmælið frá Heilsumálaráðnum sett nýggja kunngerð í gildi, um at barnakonur ókeypis kunnu koppsetast ímóti kikhosta. Tilboðið er galdandi til l 1. februar 2020, tá farsóttin vantandi er av.

Kunngerðin er ein avleiðing av kikhostafarsóttini sum er í Danmark í løtuni, har ein líknandi kunngerð er sett í gildi.

Tilboðið um koppseting er galdandi fyri:

  1. Barnakonur, sum eru í viku 32.
  2. Barnakonur, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kemur í gildi.
  3. Barnakonur, har læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði áðrenn viku 32.

Koppsetingin kann verja nýfødda barnið, til tað kann fáa sína fyrstu koppseting, tá tað er 3 mðr. gamalt.

Tá barnakonan verður koppsett, fara mótievnini umvegis móðirkøkuna til barnið og verjir tað móti kikhosta. Samstundis er mamman eisini vard móti kikhosta, meðan barnið er so lítið.

Tað er ikki ráðiligt at koppseta barnið, fyrr enn tað er 3 mðr. gamalt.

Tað, sum er mest umráðandi í sambandi við fyribyrging móti kikhosta, er koppseting áðrenn barnið verður útsett fyri smittu og tí er umráðandi, at tíðirnar fyri koppseting verða hildnar í mest møguligan mun.