Fráboðan av fráboðanarskyldugum sjúkum

Del sidens indhold med andre

Oyðublað 1515: Individuelt anmeldelsespligtige sygdomme 

Tað eru tvær útgávur av oyðublaðnum 1515, báðar eru í PDF-sniði. Hevur ein møguleika at senda teldupost við "sikker mail", velur ein útgávu 1. Hevur ein ikki møguleika at senda teldupost við "sikker mail", velur ein útgávu 2.

Útgáva 1: oyðublað 1515Individuelt anmeldelsespligtige sygdomme - sikker mail (pdf)

Hevur ein møguleika at senda teldupost við "sikker mail", tá talan er um viðkvæmar persónsupplýsingar, kann hetta oyðublaði nýtast. Verður útfylt elektroniskt og sent til:

Goym eitt eintak til egna journalgoymslu.

Útgáva 2:  oyðublað 1515Individuelt anmeldelsespligtige sygdomme - vanligur postur (pdf)

Hevur ein ikki møguleika at senda teldupost við "sikker mail", kann hetta oyðublaði nýtast. Verður útfylt elektroniskt, útskrivað og sent við vanligum posti til:

Landslæknin
Tinghúsvegur 42
FO-100 Tórshavn

Statens Serum Institut, Afdeling for Infektionsepidemiologi
Artillerivej 5,
2300 København S

Goym eitt eintak til egna journalgoymslu. 

Fráboðan um Gonorré og Syfilis

Oyðublað 1510-G og 1510- S. Fráboðan um Gonorre og Syfilis.

Gonorré og Syfilis er fráboðanarskyldugt til Statens Serum Institut og er ikki fráboðanarskyldugt til Landslæknan. Vit mæla tó til, at tað eisini verður fráboðað til Landslæknan.

Bæði 1510 oyðubløðini eru i PDF-formati. Um fráboðað verður við telduposti, eigur "sikker mail" at verða nýtt, tí talan er um viðkvæmar persónsupplýsingar. Hevur ein ikki møguleika at senda við "sikker mail", verða oyðubløðini send við vanligum posti. Frímerktir brævbjálvar til SSI kunnu bíleggast frá sygdomsanmeldelse@ssi.dk.

Gonorré: Oyðublað 1510-G (pdf)

Syfilis: Oyðublað 1510-S (pdf)

Hevur ein møguleika at senda teldupost við "sikker mail", verður oyðublaðið útfylt elektroniskt og sent bæði til:

Hevur ein ikki møguleika at senda teldupost við "sikker mail", verður oyðublaðið útfylt elektroniskt, printað út og sent við vanligum posti til:

Statens Serum Institut, Afdeling for Infektionsepidemiologi og Forebyggelse
Artillerivej 5,
2300 København S

Og til

Landslæknin
Tinghúsvegur 42
FO-100 Tórshavn

Fráboðan um MRSA

Fráboðast skal, bæði um persónurin hevur sjúkutekin ella eingi sjúkutekin.  

Hetta hevur við sær, at tilburðir sum hava klinisk tekin og tilburðir har persónurin er berari uttan sjúkutekin skulu fráboðast. MRSA-diagnosan kann bert staðfestast við kanning hjá kanningarstovu. MRSA er fráboðanarskyldugt til bæði Statens Serum Institut og Landslæknan.

MRSA-fráboðanin er eitt samstarv við ta diagnostiserandi kanningarstovuna. Kanningarstovan sendir oyðublað 5001 í pappírsformi til læknan, ið hevur sent royndina til kanningar. Læknin útfyllir síðani restina av oyðublaðnum.

Tá fráboðað verður til Statens Serum Institut, verður síða 1 av oyðublaðnum sent sum vanligur postur til:

Statens Serum Institut, Afdeling for Infektionsepidemiologi og Forebyggelse. 
Artillerivej 5
2300 København S

Tá fráboðað verður til Landslæknan, kann ein annaðhvørt senda teldupost við ”sikker mail” eller senda við vanligum posti.

Hevur ein ikki møguleika at senda teldupost við ”sikker mail”, verður oyðublaðið útfylt og síða 2 send við vanligum posti til:

Landslæknan: foe@stps.dk

Hevur ein ikki møguleika at senda teldupost við ”sikker mail”, verður oyðublaðið útfylt og síða 2 send við vanligum posti til:

Landslæknin
Tinghúsvegur 42
FO-100 Tórshavn