Smittandi sjúkur
Heilsufakfólk
Kunning um smittandi sjúkur sum heild (sst.dk)
Fráboðanarskyldugar sjúkur (sst.dk)
Onnur kunning á heimasíðuni hjá Statens Serum Institut (ssi.dk)
Borgari
Smittandi sjúkur eru millum annað beinkrím (influenza), MRSA og fleiri aðrar sjúkur. Tá børn ella vaksin gerast sjúk av smittandi sjúku, kunnu ymsir myndugleikar verða drignir uppí til tess at forða fyri at smittan breiðir seg:
- Kommunulækni
- Sjúkrahús
- Smittuverjufrøðingur
- Landslæknin
- Statens Serum Institut
- Kommunala heilsutænastan
- Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Smittandi sjúkur hjá børnum
Nógv tær flestu smittandi sjúkurnar hjá børnum eru ikki álvarsligar, men koma ofta fyri, sum t.d. fleiri ígerðarsjúkur í andaleiðini og í maganum.
Neyðugt er ofta við ávísari leiðbeining um, hvussu farast skal við sjúkum børnum í dagstovnum og skúlum. Til tess at fyribyrgja smittu er umráðandi at sjúk børn verða heima.
Um eitt sjúkuútbrot er í einum dagstovni er tað kommunulæknin (ofta) í samstarvi við kommunalu heilsutænastuna sum tekur sær av slíkum. Um óvanliga nógv gerast sjúk, kunnar kommunulæknin Landslæknan um støðuna. Teir ymsu myndugleikarnir kanna síðani orsøkina og royna í felag at steðga útbrotinum.
Kunning um aðrar smittandi sjúkur er at finna á heimasíðuni hjá Sundhedsstyrelsen.
Lóggáva
- Bekendtgørelse om lægers anmeldelse af smitsomme sygdomme
- Epidemilógin
- Bekendtgørelse om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme
- Anordnig af lom om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme
- Bekendtgørelse om krav til sundhedsmæssige forhold på dag- og døgninstitutioner, hvor der ikke ydes sundhedsfaglig behandling
- Bekendtgørelse om forholdsregler mod smitsomme sygdomme i skoler og daginstitutioner for børn og unge