Kosmetisk viðgerðarstøð
Kosmetisk viðgerðarstøð í Føroyum skulu skráseta seg fyri at veita kosmetiska viðgerð, samb. kunngerð fyri Føroyar um kosmetiska viðgerð “Bekendtgørelse nr. 8 af 7. januar 2020 for Færøerne om kosmetisk behandling, som ændret med bekendtgørelse nr. 1106 fra 29. juni 2020”
Fyri at kunna veita kosmetiska viðgerð skulu ábyrgdarhavandi lækni og møgulig hjálparfólk skráseta seg við at útfylla oyðublaðið niðanfyri. Oyðublaðið skal sendast Landslæknanum saman við viðkomandi skjalprógvum á foe@stps.dk.
Øll viðgerðarstøð skulu eisini skrásetast í skránni fyri viðgerðarstøð. Oyðublaðið kann útfyllast her.