Líksýn og líkskurðir

Del sidens indhold med andre

Líksýn er ein kanning, ið ein lækni ger fyri at staðfesta um ein persónur er deyður.

Læknin, ið hevur havt líksýn skal síðani skriva deyðsváttan. Á fyrstu síðu á deyðsváttanini verða upplýsingar um navn, bústað hjá tí deyða eins og dagfestinging fyri deyðsfallið o.a. Her upplýsir læknin eisini hvørji deyðstekin vóru at síggja tá líksýnið fór fram, so sum líkblettir, deyðsstívleiki o.a. Fyrsta síða av deyðsváttanini verður latin jarðarferðarmyndugleikanum, áðrenn jarðarferðin kann fara fram. Á síðu 2 á deyðsváttanini skrivar læknin deyðsorsøkina og aðrar møguligar sjúkur hjá tí deyða umframt deyðsháttin. Hesir upplýsingar verða skrásettir hjá Sundhedsdatastyrlsen í Danmark.

Rættarlæknaligt líksýn

Tað kunnu verða viðurskifti sum gera, at læknin ikki kann skriva deyðsváttanina men skal hava løgregluna uppí málið. Tá løgreglan fær eina fráboðan, avgerð hon í samstarvi við Landslæknan, um rættarlæknaligt líksýn eigur at verða framt, ella um líksýnið kann verða framt av sjúkrahúslækna ella kommunulæknanum hjá tí deyða. Um rættarlæknaligt líksýn verður framt, skal deyðsváttanin undirskrivast bæði av løgreglu og Landslækna.

Løgreglan skal uppí málið, tá tílík viðurskifti eru:

  • Andlát undir revsiverdum viðurskiftum, av sjálvmorði ella av vanlukku
  • Tá ein persónur verður funnin deyður
  • Tá andlátið kom brádliga og læknafakliga óvæntað
  • Tá illgruni er um at andlátið er av arbeiðssjúku
  • Tá andlátið er hent av einum mistakið, vansketni ella av einum vanlukkuligum tilburði í sambandi við viðgerð ella fyribyrging av sjúku
  • Tá andlátið hendur í fongsli ella líknandi.
  • Tá tað ikki við vissu kann útihýsast, at andlátið er av revsiverdum ávum, sjálvmorði ella vanlukku, ella tá mett verður, andlátið av øðrum orsøkum kann hava áhuga hjá løgregluni.

Allar deyðsváttanir viðvíkjandi persónum við bústaði í Føroyum skulu sendast Landslæknanum. Sóknarprestarnir senda síðu 1 og læknarnir senda síðu 2. Eftirfylgjandi verða hagtøl gjørd yvir deyðaatvoldir. Tað er av stórum týdningi at deyðsváttanir verða sendar inn, so hagtølini verða so eftirfarandi sum gjørligt.

Meira kunning um líksýn og líkskurðir eru at finna á heimasíðuni hjá Styrelsen for Patientsikkerhed.

Útflýggjan av líkpassi

Líkpass er neyðugt, tá lík skal flytast úr Føroyum til annað land uttan fyri ríkisfelagsskapin.

Eftir at Landslæknin hevur móttikið eina umsókn um líkpass, deyðsváttan og onnur neyðug skjøl frá einari jarðarferðarfyritøku, útvegar Landslæknin líkpassið.

Les meira um líkpass á heimasíðuni hjá Styrelsen for Patientsikkerhed.