Landslæknin logo

Autorisatión

Ábyrd av rakstri og góðsku

Virkisánararnir hava almennu ábyrgdina av rakstrinum og góðskuni av veitingunum í heilsuverkinum

Heilsumálaráðið hevur almennu ábyrgdina av sjúkrahúsunum og Heilsutrygd hevur ábyrgdina av m.a. kommunulæknunum. Kommunurnar hava ábyrgdina av m.a. røktarheimum og heimarøktini. Tað er ábyrgdin hjá virkisánarunum at tryggja, at starvsfólkini hava røttu førleikarnar og løggilding til tey størv, tey røkja.